
Viðarlundin í Kollafirði varð gróðursett í tveimum stigum, fyrstu ferð í 1992 og aftur í 1994.
Skógrøktin ráðgav og vegleiddi kommununi, og var eisini við til at skipa sjálva plantingina, sum dagrøktarmammur, skúlin og foreldur tóku lut í saman við starvsfólkum hjá kommununi.
Øll børnini, ið plantaðu trø í viðarlundini, fingu eitt skjalprógv, sum vísti á júst tað træið, sum tey høvdu plantað.
Tórshavnar kommuna gjørdi í 2024 avtalu við listamannin Napoleon Smith, um at gera vættrabørnini, sum nú verða sett upp.
Forvitni, menning, látur, spæl, náttúra og barnalyndi verða lýst í standmyndunum.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald