Innanlands

Sóttarhaldskravið fyri føroysk ferðandi til Noregs úr gildi

Hesum boðar norska uttanríkisráðið frá

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-02-05 17:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagligdagurin hjá føroyingum, sum arbeiða í Noreg, verður nú eitt sindur lættari.

Føroyar fara frá reyðum til gult land í Noreg. Hesum boða norsku myndugleikarnir frá í dag, skrivar heimasíðan e24.no.

Hetta er ein meting, sum verður gjørd einaferð um vikuna, og hetta er eisini galdandi fyri Ísland.

Tað merkir, at ferðandi úr Føroyum og Íslandi ikki skulu í sóttarhald, tá tey ferðast til Noregs.

Broytingarnar eru galdandi frá mánadegnum 8. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder