Uttanlands

Sonur Ali Khamenei nýggjur leiðari í Iran

56 ára gamli Mojtaba Khamenei verður nýggjur leiðari í Iran, eftir at pápi hansara lat lív í einum álopi a´Teheran

Mojtaba Khamenei (Mynd: EPA)

Mojtaba Khamenei (Mynd: EPA)

2026-03-09 07:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi ovasti leiðarin í Iran er Mojtaba Khamenei, sonur Ali Khamenei ayatollah, boða iranskir statsmiðlar frá.

Sunnudagin varð upplýst, at ein nýggjur leiðari varð valdur, og navnið á honum varð almannakunngjørt seinni sama kvøldið.

Nýggi leiðarin er valdur av teimum 88 limunum í serfrøðingaráðnum.

Tað er ikki óvæntað, at valið fall á 56 ára gamla Mojtaba Khamenei. Hann hevur verið nevndur sum eitt av møguligum valevnum.

Mojtaba Khamenei hevur tætt samband við iransku Kollveltingarverjuna, men hann hevur ongantíð havt eitt alment embæti, skrivar Ritzau.

Ali Khamenei varð dripin í einum álopi á Teheran fyri góðari viku síðani. Hann hevði verið ovasti andaligi og politiski leiðarin í Iran síðan 1989.

– Má góðkennast av USA
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at hann vil hava ávirkan á, hvør verður valdur sum leiðari í Iran.

Í farnu viku segði hann við amerikanska miðilin Axios, at hann ikki kundi góðtaka tað, um sonur Khamenei varð valdur til leiðara.

– Son Khamenei kann eg ikki góðtaka. Vit vilja hava ein, sum kann koma við samanhaldi og friði til Iran, segði hann.

Sunnukvøldið endurtók Trump, at ein nýggjur leiðari í Iran má goðkennast av USA.

– Fær hann ikki okkara góðkenning, fer hann ikki at halda leingi, segði Trump.

– Vit vilja tryggja okkum, at vit ikki noyðast at fara aftur tíggjunda hvørt ár, tá mann ikki hevur ein forseta sum eg, sum er sinnaður at gera tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder