Uttanlands

Soleiðis lupu amerikanarar á al-Baghdadi

USA almannakunngerð myndirnar frá álopinum á IS-leiðaran

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-31 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, kunngjørdi í gjár ein film og myndir av álopinum á dripna IS-leiðaran, Abu Bakr al-Baghdadi.

Í filminum síggjast svart-hvítar myndir av amerikanskum trygdardeildum, sum koma fram til bygningin í Idlip-landslutinum í útsynnings Sýria, har IS-leiðarin fjaldi seg.

Pentagon hevur eisini sent eina mynd av einum loftálopi móti ókendum krígsmonnum. Hesir hava eftir øllum at døma skotið móti amerikanskum tyrlunum.

Sprongdi seg sjálvan og tvey børn
Kenneth McKenzie, generalur í amerikansku sjóverjudeildunum greiddi í gjár frá álopinum. Hann upplýsti millum annað, at tvey børn doyðu í atsóknini.

- Baghdadi kreyp niður í eitt hol við tveimum smáum børnum og sprongdi seg sjálvan í luftina, greiddi McKenzie frá.

Fýra kvinnur og ein maður lótu eisini lív í atstóknini, legði hann afturat.

Kvinnurnar vóru hóttandi, og vóru í bumbuvestum, skrivar AFP-tíðindastovan..

Bygningurin, har Baghdadi goymdi seg, var eftir álopið oyilagdur, upplýsti McKenzie.

Líkið av Baghdadi sjálvum var eyðmerkt við hjálp av dna, sum irakski herurin átti frá tí at IS-leiðarin sat fongslaður í Irak í 2004.

Hann varð jarðaður á sjónum, eins og vanligt er í slíkum førum, segði McKensie generalur.

IS heldur fram og er vandamikil
Generalurin greiddi eisini nærri frá hundinum, sum varð skýrdur hetja av eitt nú Trump forseta eftir at hann elti Baghdadi undir álopinum. Talan er um ein fýra ára gamlan hund hjá herinum, sum hevur verið við í um 50 atsóknum.

Hann er av slagnum belgiskur malinois, ið minnir nakað um ein sjefarhund.

Hundurin fekk skaða undir álopinum, tí hann kom í nakrar berar káplar, men hann er til reiðar til nýggjar uppgávur aftur, segði McKenzie.

Generalurin legði dent á, at IS framvegis er vandamikil.

- IS hvørvur ikki, bara tí at vit hava dripið Baghdadi. IS heldur fram, gjørdi hann greitt á tíðindafundinum.

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/t_m4o68apK0" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe> 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder