placeholder
Innanlands

Sólarmyrking verður í dag

Tað fer at gerast týðuliga dimmari við tað at mánin leggur seg fyri sólina eina løtu fram móti middegi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-10 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur partur av norðaru jarðarhálvu fer fram móti middegi at uppliva eina sólarmyrking.

Fulla sólarmyrkingin er tó langt frá okkum. Tað eru heldur ikki nógv fólk, sum búgva í økinum, har tað verður full sólarmyrking. Myrkingin byrjar í Kanada, heldur síðan leiðina framvið Lake Ontaria, og tekur síðan leiðina norðureftir, tvørtur um Baffinsflógva, fer yvir grønlendskt landaøki norðurvestast í landinum, fyri síðan at seta kós beint tvørtur um Norðurpól og yvir móti Eystursibiria.

Hóast sólarmyrkingin ikki verður full, so er hetta størsta sólarmyrking á okkara leiðum síðan sólarmyrkingina 20. mars 2015, tá myrkur legðist um allar Føroyar eina løtu á miðjum degi.

Enn røkist tó einki fyri, at møguleiki verður fyri at síggja sólina heima hjá okkum í dag. Tað er skýggjað við regni, og veðrið sær út til at halda sær í allan dag.

Her í Føroyum verður tað bert ein partur av sólini, ið verður fjaldur av mánanum, sum á síni ferð kemur ímillum sólina og jørðina. Onkuntíð millum klokkan 11 og 12 fara vit helst at uppliva, at tað gerst týðuligt dimmari, tí sólin ikki sleppur at lýsa við fullari styrki.

Meira kann lesast her:
Himmelkalenderen


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder