Innanlands

Sólarmyrking í morgin

Lutvísa sólarmyrking verður um stóran part av norðraru jarðarhálvuni – eisni í Føroyum

Frá sólarmyrkingini í Føroyum í mars 2015 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Frá sólarmyrkingini í Føroyum í mars 2015 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-09 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur partur av norðaru jarðarhálvu fer í morgin at uppliva eina sólarmyrking.

Fulla sólarmyrkingin er tó langt frá okkum. Tað eru heldur ikki nógv fólk, sum búgva í økinum, har tað verður full sólarmyrking. Myrkingin byrjar í Kanada, heldur síðan leiðina framvið Lake Ontaria, og tekur síðan leiðina norðureftir, tvørtur um Baffinsflógva, fer yvir grønlendskt landaøki norðurvestast í landinum, fyri síðan at seta kós beint tvørtur um Norðurpól og yvir móti Eystursibiria.

Men lutvísa sólarmyrkingin sæst nógva staðni á norðaru jarðarkúluni. Men ivasamt er, hvussu nógv vit í Føroyum fara at síggja sólina fjalda av mánanum, tí sambært verðurvánunum verður neyvan nóg klárt á okkara leiðum til at vit kunnu síggja tað.

Sólarmyrkingin verður fyrrapartin í morgin. Nakað eftir klokkan 9 byrjar mánin at fjala yvir sólina og um hálvgun tólvtíðina verður sum myrkast, sambært BBC.

Skuldi sólin verið frammi, so verður ávarað ímóti at hyggja beinleiðis móti sólini fyri at uppliva sólarmyrkingina. Mælt verður til at brúka serligar brillur, um ein ætlar at hyggja móti sólini.

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder