Innanlands

Sóknast nú eftir sendifólki til sendistovu í Tel Aviv

Uttanríkis og mentamálaráðið søkir nú eftir sendifólki til nýggju føroysku sendistovuna í Ísrael

2020-09-11 12:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uttanríkis- og mentamálaráðið søkir nú eftir sendifólki at standa á odda fyri sendistovu Føroya í Tel Aviv í Ísrael.

Nógv rok hevur verið um sendistovu í Ísrael síðani samgonguskjalið, har tað stendur at sendistova skal setast á stovn í Ísrael, varð undirskrivað.

Um starvið stendur: Uppgávurnar sum sendifólk eru millum annað at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis ísraelskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Tel Aviv, at røkja sambond við ísraelskt vinnulív og mentanarlív, og annars virka fyri at fremja føroysk áhugamál. Arbeiðsøkið fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt samstarv.

Kravt verður, at umsøkarin hevur hægri útbúgving á kandidat/master støði frá lærdum háskúla, royndir í almennari fyrisiting, gott innlit í uttanríkisviðurskifti, og góðar samskiftisførleikar.

Starvið verður sett frá 1. november ella so skjótt til ber. Viðkomandi veðrur settur í starv í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fyrstu 3-4 árini er starvsstaðurin í Tel Aviv.

Í tíðarskeiðnum meðan starvsstaðurin er í Tel Aviv, verður sendifólkið lønt eftir reglum hjá danska uttanríkisráðnum og eigur lunnindi eftir somu reglum.

Øll starvslýsingin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder