Eins og nógv hava væntað, verða tað Naaja Nathanielsen, sum hevur verið Naalakkersuisut í eitt nú námsvinnu, sum skal umboða IA á Fòlkatingi næstu árini. Tað skal hon saman við stórabeiggjanum hjá Aki-Mathildu Høegh-Dam, Qarsoq Høegh-Dam, sum eisini umboðar Naleraq.
Meðan IA hevur sitið óavbrotið á Fólkatingi í 25 ár, er tað fyrstu ferð at Naleraq er beinleiðis valt á fólkating. Talan er eisini um fjórða flokkin í Grønlandi nakrantíð at verða valdur á Fólkating.
- Nú fari eg til Danmarkar at arbeiða fyri flokkin á Fólkatingi, segði Naaja Nathanielsen, sum er dansktmælt. Hon takkaði eisini øllum veljarunum og legði afturat, at hóast hon skuldi niður at arbeiða, lá hjarta hjá henni í Grønlandi.
Eins og at tosað hevur verið um eina tjóðarsemju í Føroyum, hevur IA tosað um ein nýggjan felagsskap. Sjálv hevur Naaja tosað um líknandi loysnir sum tær, sum tosað hevur verið um í Føroyum.
Hin flokkurin, Naleraq, er mest tjóðskaparsinnaði flokkurin í Grønlandi. Sigast kann at bæði umboðini minna um tey, sum hava umboðað Grønland á Fólkatingi seinastu fýra árini.
Qarsoq Høegh-Dam hevur eina lívsleið í politikki áðrenn, og var valdur fyri Siumut á valinum til grønlendska tingið í 2021. Men hann mátti leggja frá sær, tá tað kom fram, at hann hevði ein hassjdóm, sum hann ikki hevði boðað fyrrverandi flokki sínum frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald