Uttanlands

SNP ynskir nýggja fólkaatkvøðu um sjálvstýri

Nicola Sturgeon mælir til at halda nýggja fólkaatkvøðu tíðliga í komandi valskeiði

Nicola Sturgeon (Savnsmynd)

Nicola Sturgeon (Savnsmynd)

2020-11-30 11:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrstiráðharrin fyri Skottland, Nicola Sturgeon, mælir nú til, at skotar fáa høvi til at atkvøða um skotskt sjálvstýri í nærmastu framtíð. Hon mælir til, at fólkaatkvøðan verður undir fyrra helmingi av komandi tjóðartingsvalskeiði, sum byrjar komandi mai.

Nicola Sturgeon, sum eisini er leiðari fyri skotska tjóðskaparflokkin, Scottish National Party, SNP, segði í samrøðu við BBC undan landsfundinum í flokkinum, at fleiri orsøkir eru til at halda nýggja fólkaatkvøðu.

Sambært henni er tað tó koronakreppan, sum hevur ovastu raðfesting í løtuni.

Seinastu veljarakanningarnar benda á, at meiriluti er í Skottlandi fyri sjálvstýri.

Skotar atkvøddu seinast nei til sjálvstýri. Tað hendi í eini fólkaatkvøðu í 2014. Tá atkvøddu 55,3 prosent móti stjálvstýri og 44,7 prosent fyri.

Undirtøkan fyri skotskum sjálvstýri øktist nógv eftir at Bretland atkvøddi fyri at taka seg burtur úr ES-felagsskapinum. Meirilutin av skotum vóru ímóti hesum. Meirilutin av skotum er eisini ósamdur í hvussu bretska stjórnin hevur tikið sær av koronakreppuni, skrivar yle.fi.

Tær seinastu 14 veljarakanningarnar hava víst á ein meiriluta fyri skotskum sjálvstýri. Millum 51 og 59 prosent av teimum spurdu hava stuðla sjálvstýri í kanningunum.

Væntað verður, at flokkurin hjá Nicola Sturgeon, SNP, fer at standa seg val á valinum í mai. Og flokkurin fer eisini at fata ein valsigur tá, sum eitt greitt tekin frá veljarunum fyri at halda eina nýggja fólkaatkvøðu.

Tað krevst tó grønt ljós stjórnini í London at halda nýggja fólkaatkvøðu. Og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnsen, hevur, eins og undankongukvinnan, Theresa May, víst aftur kravinum hjá Sturgeon um nýggja fólkaatkvøðu.

Sambært teimum er tað ein spurningur, sum ein bara tekur støðu til “eina ferð pr. ættarlið”, og tí kemur hetta ikki upp á tal í nærmastu framtíð, sambært teimum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder