Innanlands

Snórurin kliptur undan ólavsøku

Dalstunnilin letur loksins upp í summar og eftir ætlan verður tað fyri ólavsøku. Kostnaðarmetingin fer at halda, sigur Landsverk

Dalstunnilin (Mynd: KvF)

Dalstunnilin (Mynd: KvF)

2026-06-05 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dalbingar hava verið tolnir. Fyrsta skotið til Dalstunnilin varð latið av 5. november 2020 og enn er tunnilin ikki latin upp.

Men nú røkist fyri, at tað skjótt verður koyrandi í nýggja tunlinum millum Húsavík og Dal.

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, sigur við útvarpið, at tunnilin eftir ætlan letur upp fyri ólavsøku.

Ljós og trygdarútgerð er í gongd og um smáar tvær vikur verður farið í holt við at asfaltera.

Kostnaðarmetingin uppá 2,2 kilometra langa tunnilin, sum liggur um 180 milliónir krónur sær út til at halda, sigur Sigurð Ó Vang við útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder