placeholder
Innanlands

Smyril Line knappar átta milliónir í avlopi

Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-07 15:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2020 vísti eitt yvirskot á 7,8 milliónir. Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Havandi hetta í huga eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið. Smyril Line rindar onki vinningsbýtið fyri 2020.

Ferðavinnan hevði eitt vánaligt ár í 2020. Hetta rakti eisini Smyril Line. Niðurgongdin er stór. Færri ferðaseðlar til Norrönu vórðu seldir, og færri gistingar enn vónað hava verið á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur.

Í vetur 2020/2021 bleiv Norrøna umvæld og endurnýggjað. Skipið fekk 50 kømur afturat. Tey gomlu kømrini vórðu nútímansgjørd, og á ovasta dekki varð ein nýggj café gjørd. Ymist annað bleiv broytt og bøtt. Eitt nú fekk skipið nýtt uppihaldsøki við sofum og stólum.

Norröna kom í flotan í 2003. Tá væntaðu ferðafólk ikki tað sama, sum tey gera í dag. Reiðaríið heldur tað tí vera neyðugt at fylgja rákinum og liva upp til tey krøv, ið ferðafólk við Norrönu hava.

Smyril Line meinar, at góðir møguleikar eru í ferðavinnuni í Føroyum, men støðan við koronu-avmarkingum ger arbeiðið trupult. Eingin veit at siga, hvat er í væntu júst í teirri vinnuni.

Farmavirksemið hjá Smyril Line er ikki rakt av koronu og gekk eftir ætlan í 2020. Umframt Norrönu hevur Smyril Line fimm farmaskip í flotanum: Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Mistral. Smyril Line hevur leigað Mistral.

Farmasiglingin varð økt í 2020. Leiðin millum Niðurlond og Noreg, ið farmaskipið Akranes røkir, varð løgd afturat. Akranes siglir hvørja viku millum Rotterdam í Niðurlondum og Tananger, Bergen, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi.

Talið á starvsfólkum í Smyril Line-samtakinum liggur um 500. Tey flestu eru føroyingar.

Framtíðarútlitini hjá Smyril Line eru góð. Farmavirksemið væntast at vera støðugt, og útlitini fyri vøkstri í ferðavinnuni eru eisini góð.  Eftirspurningurin eftir Føroyum og Íslandi sum ferðamál økist. Samtakið hevur av hesi grund framtíðartryggjað seg á ferðavinnuøkinum við øktum kapasiteti umborð á Norrönu og á gistingarhúsunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder