Innanlands

Smyril leggur at við eystursíðuna á molanum

Hetta er vegna kappróður á ólavsøku í morgin, tá Smyril siglur til Havnar kl. 11, upplýsir Strandferðslan, sum eisini heitir á ferðandi av Krambatanga um at fara til gongu umborð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-27 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna kappróður á ólavsøku leggur Smyril ikki at undir farstøðini í morgin, 28. juli, boðar Strandferðslan frá.

Smyril leggur at við eystursíðuna á molanum (Ny-havnina) á ferðini til Havnar klokkan 11.

Um alt gongst sum ætlað, flytur Smyril undir Farstøðina umleið klokkan 20. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at økið við Farstøðina møguliga ikki er klárt, skrivar Strandferðslan.

Strandferðslan heitir eisini á øll ferðandi um at fara til gongu umborð á Smyril.

Hetta er galdandi fyri allar fráferðir av Krambatanga í dag og í morgin.

Bert bilførarar, rørslutarnað og smábørn kunnu verða sitandi í bilinum, sigur Strandferðslan.

Meira um broyttar ferðaætlanir hjá Strandferðsluni á ólavsøku sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder