Innanlands

Smyril broytir ferðaætlan komandi dagarnar vegna veður

Í morgin, sunnudagin 27. desember, verða túrarnir seinnapartin og um kvøldið framskundaðir tveir og ein hálvan tíma. Mánadagin verður siglt sum týsdag - fyriuttan fyrsta túrin av Krambatanga

2020-12-26 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin siglur Smyril sínar fyrstu túrar sum vanligt - klokkan 08.30 av Krambatanga og klokkan 11 av Havnini. Sìðani verður øðrvisi, og tað er vegna vánaligu veðurforsøgnina.

Sí veðrið her

Fyri veður verða hinir báðir túrarnir hjá Smyrli í morgin framskundaðar tveir og ein hálvan tíma. Siglt verður av Krambatanga klokkan 15.00 - ístaðin fyri 17.30 - og av Havnini klokkan 17:30 ístaðin fyri klokkan 20. 

Broyting verður eisini á leið 7, mánadagin 28. desember: Siglt verður sambært týsdagsferðaætlan, tó við fyrstu fráferð kl. 06:00 av Krambatanga, sum vanligt er mánadagar. Tað verður harvið ein túrur aftur og fram færri, enn tað vanligt er mánadag.

Sí ferðaætlan hjá Smyrli her




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder