Innanlands

Smoltstøðin skal brúkast til ross

Reiðfólk í Suðuroynni fingið góðar umstøður. Suðuroyar Hestafelag hevur yvirtikið smoltstøðina í Hovi frá Bakkafrosti

(Mynd: Suðuroyar Hestafelag)

(Mynd: Suðuroyar Hestafelag)

2020-02-11 20:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir eina longri tilgongd hevur Suðuroyar Hestafelag yvirtikið gomlu smoltstøðina í Grønudali í Hovi.

Felagið sigur á Facebook, at tey í 2015 fingu játtan at yvirtaka gomlu smoltstøðina og tilhoyrandi øki upp á 6000 metrar frá Bakkafrosti, og at hetta nú er komið upp á pláss.

Staðið skal geva møguleika fyri rossaáhugaðum í Suðuroy at ogna sær egið ross og hava ross í góðum umstøðum. Tað skal vera karmur um virksemi innan ítriv og ítrótt við rossum og soleiðis fer at tað at gerast ein miðdepil fyri reiðfólk í Suðuroy, skrivar Suðuroyar Hestafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder