Mentan

Slaktið verður á Vaglinum leygardagin

Hetta er ikki kølidiskurin í Bónus. Hetta er ein verulig uppliving – mitt í Tórshavn, saman við børnum, vinum og familju, siga fyriskipararnir

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2025-09-10 15:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hugnaliga familjutiltakið, Slaktið, verður leygardagin 13. september klokkan 11 á Vaglinum.

- Og vit kunnu lova tær, at hetta verður nakað heilt serligt, siga fyriskipararnir.

Børn og vaksin sleppa at síggja, hvussu matur verður til. Tú fært eisini møguleika at smakka mat, sum professionellir kokkar gera, alt ókeypis. Tú kann eisini fylla tær ein posa ella spann við reyðmakkum, sum tú kann forkela tær havan við. Tú kann keypa ymiskar vælsmakkandi føroyskar rávørur á staðnum. Tað verður fletting, matgleði, hugni og nógv at læra fyri alla familjuna.

- Hetta er ikki nakað, sum tú lesur í eini bók ella sær á Youtube. Hetta er ikki kølidiskurin í Bónus. Hetta er ein verulig uppliving – mitt í Tórshavn, saman við børnum, vinum og familju, siga fyriskipararnir.

Slaktið verður leygardagin 13. september kl. 11 á Vaglinum. Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder