Mentan

Slade til Føroya í mars

Bretsku glam-rokkararnir hava konsert í ítróttahøllini á Hálsi

2019-11-15 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Slade var ein av heilt stóru bólkunum í sjeyti- og áttatiárunum, men teir spæla framvegis fyri fullum húsum, og í vár koma teir til Føroya at spæla.

Slade spæla í Føroyum tann 28. mars 2020. Hjarnar fara at hita upp.

Pop/rock stílurin hjá Slade hevur tryggjað teimum 23 topp 20-stakplátur, harav seks rukku ovastu rók, umframt einar seks LP-útgávur, ið náddu toppin.

Tónleikaliga yrkisleiðin fevnir um fimm áratíggjur. Slade setti fyrstu ferð kós á bretsku landavegunum í 1966.

Í sjeytiárunum taldist Slade millum størstu nøvnini í Evropa. Teir innspældu og vóru á ferð regluliga, og vitjaðu javnan í Amerika og Japan og aðrastaðni við. Hitt hjá Slade frá hesi tíðini eru t.d. ’Take Me Home’, ’Mama We’re All Crazee Now’ og ’Come On Feel The Noize’, og saman við øðrum vóru Slade ljóðmyndin hjá sonevnda glam-ættarliðnum.

Í byrjanini av áttatiárunum fekk Slade innbjóðing at luttaka á Reading Rock Festivalinum, har lurtarafjøldin telur eini 100.00 fólk. Bólkurin stóð seg sera væl, og størstu rockbólkar í heiminum fingu harða kapping, og nýggj lurtarafjøld legði Slade til merkis.

Í mun til aðrar glam-rock bólkar hesa tíðina, so byrjaði Slade at fylgja øðrum tónleikaleiðum, og eittnú bretski heavyrock pallurin var áhugaverdur. Luttøkan á Castle Donnington í 1981, við lurtarafjøld, ið taldi 200.000 fólk, var sera væl eydnað og stykti sterku støðuna hjá Slade, og eftir hetta komu ’Lock Up Your Daughters’ og ’Til Deaf Do Us Part’.

Meðan Slade legði seg á tindarnar við ’My Oh My’, sum mong óivað minnast, spældi amerikanski bólkurin Quiet Riot inn Slade lagið ’Cum On Feel The Noize’, og hetta eydnaðist so væl, at teir hildu fram og innspældu ’Mama We’er All Crazy Now’.

Restina av áttatiárunum spældu Slade og vóru í upptøkuhølunum. Stóri eftirspurningurin fekk í 1991 stovnandi limirnar Dave Hill og Don Powel at taka avgerðum um at fara aftur á tónleikaferð, sum tó skuldi avmarkast til fá og útvald støð í Evropa, men sum tó eisini førdi bólkin til Australia í tveir mánaðir.

Slade hevur hildið á at ferðast kring heimin við sínum tónleik,i og t.d. hava teir eina árliga ferð í desember í Bretlandi, ið hevur heiti eftir kendum jólasangi hjá bólkinum, nevniliga ’Merry Christmas Everybody-tour’.

Bólkurin hevur stóran fjepparahóp í mongum londum, og ferðast regluliga í Týsklandi, Pólandi, Belgia, Niðurlondum, Svøríki, Danmark, Noreg, Finnlandi, Spania, Grikkalandi, Litava, Estlandi og fleiri londum har á leiðini.

Júst afturkominir av festivali í Gibraltar, leggja teir í næstum leiðina til Grønlands og til Føroya.

Á odda eru stovnandi limirnir Dave Hill, guitar, og Don Powell, trummur, og John Berry syngur og spælir bass, akustiskan guitar og fiól. Hann hevur eisini leikt bass við The Sweet, The Tremeloes, Bay City Rollers og The Rubettes. Saman við honum syngur Russel Keefe, og hann leikar eisini tangentar. Hann spældi á yngri árum við fleiri bólkum og hevur seinnu árini eisini verið á ferð við The Pretty Things og Les McKeown’s Bay City Rollers.

Um Slade verður sagt, at bólkurin enn sum áður er spennandi og orkumikil á palli, har mongu hitini ljóma.

Hjarnar fara at hita upp, áðrenn Slade kemur á pall. Føroysku rocklegendurnar fara at spæla góðan tónleik, harav nógv verður egið tilfar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder