Innanlands

Skulu boða frá 24 tímar aðrenn tey koma í føroyskt sjóøki

Skip og bátar sum koma úr útlendskari havn, ella sum hava fingið ótollaða vøru umborð, skulu nú boða frá nógv fyrr

2021-07-20 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skip og bátar, sum koma úr útlendskari havn, ella sum hava fingið ótollaða vøru umborð, skulu nú boða tollvaldinum frá í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn komið verður í føroyskt tolløki.

Tað eru 12 fjórðingar úr landi. Eru minni enn 24 tímar at sigla, skal boðast frá í seinasta lagi 1 tíma, eftir at farið er úr útlendsku havnini, sigur Taks í fráboðan.

Fráboðanarskyldan er galdandi fyri øll sjófør. Føroysk sum útlendsk.

Gamla fráboðanarskyldan var 4 tímar. Broytingin er lýst í kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder