Innanlands

Skulkidagur á Kambsdali í dag

Løgreglan ávarar um, at ferðslan kann verða seinkað í morgun

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-05-06 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ‘stóri skulkidagur’ á miðnámsskúlanum á Kambsdali í dag. Altso seinasti vanligi skúladagur hjá fráfaringarflokkunum, og hetta plagar at skapa órógv við at næmingar fara út at órógva ferðsluna.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini ávarar tí bilførarar, sum skulu koyra gjøgnum Kambsdal í dag, at tey kunnu rokna við órógvi. Kanska tað er eitt hugskot at fara heimanífrá fyrr enn vanligt, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder