2025-07-05 09:55

Ein maður varð í nátt handtikin og skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki.
Maðurin varð fyrst burturvístur av einum bústaði í Havn fyri at vera til ampa, og seinni fekk løgreglan eina fráboðan um órógv við eitt skeinkistað í Havn. Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at tað var sami maður, og fekk hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Maðurin gjørdist harðligur, og endaði tað við, at hann varð handtikin. Hann liggur enn á støðini, og er hann nú skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald