
- Summarfrítíðin er av á hesum sinni. Tað merkir, at aftur er møguleiki at fáa eina góða máltíð í Hoyvíkar kirkju hvønn síðsta mikudag í mánaðinum.
Soleiðis skriva tey í Hoyvíkar kirkju, nú sonevndu skrúvuguðstænasturnar byrja aftur.
Talan er um eitt afturvendandi tiltak í fleiri kirkjum kring landið. Børn, sum eldri, savnast til bíbliusøgu, sang og síðani er ein máltíð á skránni.
- Skrúvuguðstænastan er tiltak, ið savnar nógv fólk, bæði børn og eldri, og er við tíðini blivin fastur táttur og samleiki hjá kirkjuni í einum tí barnríkasta økinum í landinum.
Boðað verður samstundis frá, at nu er lasanja á matskránni.
Fyrsta skrúvuguðstænastan eftir summarsteðgin í Hoyvík verður í kvøld, mikukvøldið 27. august klokkan 17.30. Hon verður við Bergtóri Hjelm Bjarhamar sum presti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald