placeholder
Innanlands

Skrivikapping fyri børn

Í samstarvið við Rithøvundafelag Føroya skipar Sunda kommuna fyri skrivikapping fyri børn sum ganga í 4.flokki til og við 9.flokki.

Mynd: Sunda Kommuna

Mynd: Sunda Kommuna

2019-08-20 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingin er í samband við Mentanardagar, ið verða í Sunda Kommunu 12.-21. september 2019. Skráin er ikki kunngjørd enn, men greitt er, at ein skrivikapping er upp til Mentanardagarnar. 

Børn og ung sum ganga í 4-9 flokki kunnu luttaka. Tey skulud skriva ein tekst um evni "Streymur". Møguleiki er at skriva stuttsøgu, bræv, yrking, okkurt frá veruleikanum ella hugflognum; øll sløg av tekstum. Sunda Kommuna skrivar, at øll sløg av tekstum eru vælkomnir. 

Vinnarin verður kunngjørdur á setanarkvøldinum til Mentanardagar 12. september kl. 19. Til ber at vinna ein túr við flokkinum út at eta og eina vitjan av einum barnabókarithøvundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder