Mentan

Skráin fyri ársins ovastevnu

Sí stóru og fjølbroyttu skránna her

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2018-08-04 14:12 Author image
Oda Strøm
placeholder

Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum, hevur júst sett stevnuna undir Mikkjalsveggi.

Stóra og spennandi skráin fyri restina av ovastevnuni, sum byrjaði fríggjamorgunin, varar líka til mánakvøldið. Skráin sær soleiðis út:

Leygardagur 4. august
09:00 Matvørubúðin letur upp, opið til kl. 21:00
09:45 Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti væntast í Nólsoy uml. kl. 11
10:00 Morgun-svimjitreff á Malarenda og havsvimjing á víkini
10:00 Kunningarstovan og kafe’in Gimburlombini er opin og selur mat og drekka til kl. 04:00
10:30 Rennikapping á Træbrúgv
11:00 Kaffistovan er opin og selur mat og drekka til kl. 04:00
11:00 ”Vit dyrka framtíðina” lær at sáa fræ við Maud, á Mýrini 13 – avmarkað atgongd
12:00 Heiðursmerkjahandan til rennarar á keiini
12:00 Grýturætturin hjá Theresu á keiini
13:00 ”Vit dyrka framtíðina” lær at sáa fræ við Maud, á Mýrini 13 – avmarkað atgongd
13:00 Maggies er opið til kl. 04:00 
14:00 Henrik Old, landstýrismaður, setur stevnuna undir Mikkjalsveggi, Havnar hornorkestur spælir
14:00 Kafe á keiini – 17B úr Hoydølum selir, til kl. 22:00
14:00 7D-biografur letur upp úti á Veg, opið til kl. 23:00, 60 kr
14:30 Dansibólkurin ”5, 6, 7 og 8” framførir á keiini
14:45 Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini
14:30 Barna- og familjutiltak á Malarenda til kl. 20:00
14:30 Barnabasarur – børn selja úti á Veg 
15:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 04:00
15:00 Fiskasuppa í neystinum við kunningarstovuna til kl. 04:00
15:00 Spælimenninir í Nólsoy spæla á keiini
15:00 Gularótaveiða við lamaini Siggu, byrjar úti á veg
15:00 Listaframsýning við lokalum listafólkum í Avhaldshúsinum
15:00 Regatta’in kemur til Nólsoyar
15:00 Pylsuvognurin er opin til kl. 04:00
15:00 Heimavirkið er opið
15:00 Fótbóltsdystur millum tónleikarar, á Mýrini
15:30 Blindarenning – rennikapping á Mýrini
16:00 Boing-bóltar á Mýrini
16:30 Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
17:00 Yrkingar og tónar í Avhaldshúsinum. Ungir nólsoyingar lesa egnar yrkingar, syngja og spæla
17:30 Dánjal á Neystabø og Búi Dam syngja og spæla fyri børnum á keiini
17:30 Ølsmakking í tjaldinum á keiini – Okkara bryggjari greiðir frá
18:00 Kabarettin Cabaléum 2.5 í Royndarhúsinum, atgongumerki 100kr
19:30 Finnur Koba spælir á keiini
20:00 Kabarettin Cabaléum 2.5 í Royndarhúsinum, atgongumerki 100kr
20:00 Bjarki Hansen og Dánjal Gomez - spæla á Maggies – ókeypis atgongd
22:00 Felagssangur á keiini
23:00 Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum
23:00 Eyðun Nolsøe og Ólavur á Váli spæla í tjaldinum á keiini
00:00 Dansur í Royndarhúsinum við Rannvá Vesturklett, Jóannesi Jakobsen og Árna Andreasen 100 kr

Sunnudagur 5. august
10:00 Kunningarstovan og kafe’in Gimburlombini er opin til kl. 17:00
11:00 Kaffistovan er opin til kl. 22:00
12:00 Guðstænasta við Ann Dahl Hansen, presti
15:00 Maggies er opið til kl. 24:00
20:00 Kabarettin Cabaléum 2.5 í Royndarhúsinum, atgongumerki 100kr

Mánadagur 6. august
09:00 Kaffistovan er opin til kl. 22:00
10:00 Kunningarstovan er opin til kl. 17:00
13:00 Maggies er opið til kl. 24:00 
14:00 Heimavirkið opið til kl. 17:00
20:00 Kabarettin Cabaléum 2.5 í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder