Innanlands

Skoytubreytin í Klaksvík opin eina viku afturat

Veðurforsøgnin fyri vikuna sær so góð út, og tí er upplagt at leingja upplatingartíðina, sigur Karl Johansen, borgarstjóri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-25 14:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ætlan skuldi í gjár vera seinasti dagur, skoytubreytin í Klaksvík hevði opið í hesum umfarinum, men nú boðar Klaksvíkar kommuna frá, at avgerð er tikin um at hava opið eina viku afturat.

Karl Johansen, borgarstjóri sigur, at veðurforsøgnin fyri vikuna sær góð út, og tí er upplagt at leingja upplatingartíðina á skoytubreytini til sunnudagin 31. januar 2021.

- Tað er sera stuttligt at síggja, hvussu væl vitjað skoytubreytin er. Fleiri enn 8.000 vitjanir hava verið í ár, og fólk eru komin, nær og fjar, fyri at royna skoytubreytina. 

– Hendan tíðin kann tykjast myrk og long, og tá er tað fantastiskt, at kommunan kann bjóða sínum borgarum eitt tílíkt tilboð, sigur Karl Johansen.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder