Uttanlands

Skipið uttan fyri stovuvindeygað er leyst aftur

Fyrrapartin eydnaðist tað at fáa NCL Salten av aftur Bynesset eftir at hava staðið fast fáar metrar frá húsinum hjá Johan Helberg í nakrar dagar

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2025-05-27 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun eydnaðist tað at hála 135 metra og 10.000 tons tunga farmaskipið NCL Salten av aftur Byneset í Tróndheimsfjørðinum.

Tað var síðsta hósdag, at skipið rendi seg fast bert fáa metrar frá húsinum hjá Johan Helberg, sum stendur heilt niðri í fjørðuni.

Les eisini: Bingjuskip mundi rent inn í stovuna

Skipið rendi á land í flóð, og stóð tí rættiliga fast. Men við at taka bingjurnar, sum stóðu fremst á dekkinum av skipinum, eydnaðist tað í dag einum sleipibáti at hála farmaskipið leyst aftur.

Tað sær ikki út til, at skipð hevur tikið stóran skaða av óhappinum. Óhappið hevur heldur ikki ført til dálking av týdningi, skrivar NRK.

Men í økinum har skipið rendi á land hava verið fleiri skriður, partar av bakkanum hava loyst seg og eru farnir á sjógv. Um vikuskifti valdu myndugleikarnar at flyta fleiri av íbúgvunum út teirra húsum í økinum, men flestu teirra eru sloppin heimaftur. Enn er tó ein familja, sum ikki sleppur aftur í hús síni, skrivar NRK.

Heilt nógv fólk eru hesar dagarnar komin til økið fyri at síggja skipið standa inni í garðinum hjá Johan Helberg. Hetta hevur eisini ført til ferðsluruðulleika í løtum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder