Innanlands

Skiftið frá níggjunda til miðnám ov stórt

Anja Pálsdóttir, varaleiðari á førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla, heldur, at tað manglar eitt slag av millumtilboði til teirra við skúlaaftran

- Tað er spell, at einki tilboð eru til teirra eftir 9. flokk (...) - At síggja til er tað eingin, sum loftar teimum. Onkur megnar at fara í vanligan 10. flokk, men øll gera ikki, og hjá nógvum teirra er óhugsandi at fara beint í miðnám ella til arbeiðis (Mynd: skulabladid.fo)

- Tað er spell, at einki tilboð eru til teirra eftir 9. flokk (...) - At síggja til er tað eingin, sum loftar teimum. Onkur megnar at fara í vanligan 10. flokk, men øll gera ikki, og hjá nógvum teirra er óhugsandi at fara beint í miðnám ella til arbeiðis (Mynd: skulabladid.fo)

2023-04-21 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er spell, at einki tilboð eru til teirra eftir 9. flokk. Skúlin roynir alt hann kann fyri at fáa næmingarnar í skúla eftir at hava verið heima í fleiri ár, at skipa ymisk tilboð, soleiðis at næmingurin kemur út og í skúla, og tí er tað spell, at nógv teirra einki hava at fara til eftir 9. flokk.

Hetta sigur Anja Pálsdóttir, varaleiðari á førleikastovuni í Runavíkar kommunuskúla, sum saknar eitt øðrvísi tilboð. Hetta er serliga til tey við skúlaaftran, sum eru eldri enn 9. flokkur og ikki búgvin at fara í miðnám. Hjá næmingum, sum hava skúlaaftran og sum hava verið von við tillagaða tímatalvu ella tillagaðan skúladag, kann tað vera ov stórt lop at fara í miðnám eftir lokið fólkaskúlaprógv, sigur hon við Skúlablaðið.

- At síggja til er tað eingin, sum loftar teimum. Onkur megnar at fara í vanligan 10. flokk, men øll gera ikki, og hjá nógvum teirra er óhugsandi at fara beint í miðnám ella til arbeiðis. Í Runavíkar kommunuskúla hava vit havt næmingar, sum eru eldri enn fólkaskúlaaldur, men sum ikki hava fingið endaligt fólkaskúlaprógv. Hesum hava vit hjálpt, soleiðis at tey koma víðari. 

Anja Pálsdóttir vísir á, at onkur næmingur er partur av onkrum tilboði í Almannaverkinum. Hon heldur, at tilboð kundi verið skipað til teirra í 10. flokki við skúlaaftran, sum leggur upp til meiri útiundirvísing fyri at venja næminarnar at koma meiri út.

- Summir av næmingunum við skúlaaftran hava stórar trupulleikar bara at koma út. Onkur teirra hevur ilt við til dømis at fara til handils. Tí eigur serstakt skúlatilboð at vera til teirra, sum hevur til endamáls at gera tey klár at fara víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder