Innanlands

Skifta graslíki á Ovara vølli

Arbeitt verður á Ovara vølli í Gundadali til 5. september, og verða fólk biðin um at vísa stórt ansni, sigur Tórshavnar kommuna

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-07-10 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 9. juli til 5. september verður arbeitt á Ovara vølli í Gundadali.

Arbeitt verður við at endurnýggja graslíkið og stoytdoyvingarlagið umframt at fyrireika sprinklaraskipan v.m. Í hesum tíðarskeiðinum eru akfør, maskinur og arbeiðsfólk á økinum á og kring vøllin.

Tórshavnar kommuna heitir í hesum sambandi á børn, ung, foreldur, venjarar og onnur um at vísa stórt ansni, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttan fyri vallargirðingina til Ovara vøll og tey avmerktu økini.

placeholder
placeholder