Uttanlands

Skíðútbúnaður farin í skalvalopi í Siglufirði

Íbúgvar í fleiri húsum í bygdini eru flutt burtur orsaka av vandanum fyri fleiri lopum

Soleiðis sá á skíðstaðnum í gjár (Mynd: RÚV)

Soleiðis sá á skíðstaðnum í gjár (Mynd: RÚV)

2021-01-21 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur skalvur leyp í Skarðsdali oman fyri Siglufjørð á Norðurlandinum í gjáranáttina. Tað gekk út yvir skíðumstøðurnar í bygdini.

Felagshølið hjá skíðarunum og øll útgerð og maskinur liggja undir í kavarúgvunum, sum komu bóltandi oman úr dalinum. Men tað sá í gjár út sum um sjálvar skíðlyftirnar ikki hava fingið skaða, og tí eru vónir um, at tær kunnu setast í gongd aftur tá líkindi eru at standa á skíð í Siglufirði.

Íbúgvarnir í níggju húsum innast í bygdini eru eisini fluttir burtur orsaka av vandanum fyri skalvalopum har, skrivar Ríkisútvarpið á netinum.

Ein garður varð um aldarskiftið bygdur til tess at verja bygdina móti skalvalopum, men hildið verður kortini, at tey innastu húsini eru í vanda fyri at verða rakt, sum nú er, skrivar RÚV.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder