
John Hinckley, sum fyri 41 árum síðani royndi at drepa táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, varð í gjár leyslatin.
Ein samveldisdómstólur í Washington D.C. avgjørdi í september í fjør at ógilda treytirnar fyri royndarleyslating hansara, og tann avgerðin er nú komin í gildi.
Hinckley varð fyrst leyslatin frá einum psykiatriskum stovni í 2016, har hann hevði búð í 35 ár. Orsøkin var, at mann ikki longur metti, at hann var ein hóttan fyri sær sjálvum ella øðrum. Síðani hevur hann búð hjá mammu sínari í Virginia, skrivar Ritzau.
Hinckley, sum í dag er 67 ár, skeyt Ronald Reagan frammanfyri eitt gistingarhús í amerikanska høvuðsstaðnum 30. mars í 1981. Hol kom á eina lungu, men hann kom tó skjótt fyri seg aftur.
Tríggir aðrið menn vórðu særdir undir sama álopi, harímillum James Brady, pressuleiðari hjá forsetanum. Hann endaði í rullistóli restina av lívinum.
Hinckley varð ikki revsaður, tí eitt nevningating metti hann hava verið sinnissjúkan ta løtuna, hann skeyt Reagan. Seinni kom fram, at hann m.a. hevði tunglyndi og tvingsilshugsan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald