Innanlands

Skeinkistøð stongja á midnátt

Tilmælini frá myndugleikunum verða tikin til eftirtektar, og skeinkistøðini fara um vikuskiftið ikki at hava opið líka leingi sum vanligt

(Mynd: Essabarr)

(Mynd: Essabarr)

2021-06-04 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skeinkistøð kring landið hava tikið avgerð at stongja fyrr enn vanligt um vikuskiftið orsakað av koronustøðuni í landinum.

Hóast næstan ein fjórðingur av føroyingum eru lidnir koppsettir, og harvið eisini teir veiku og eldru borgararnir í landinum, mæla myndugleikarnir til størsta varsemi, nú smittutalið er kvinkað eitt sindur upp eftir.

47 fólk eru í løtuni smittað, og millum nýggju tilburðirnar eru støður, har tað ikki er greitt, hvar fólk eru blivin smittað. Tí mælir Landsstýrið til, at savnandi tiltøk sum skuldu vera um vikuskifti og náttarlívið steðga á.

Og tey so gera. Fleiri skeinkistøð hava longu alment boðað frá, at tey stongja á midnátt.

Myndugleikarnir siga, at smittan serliga ferðast millum tey ungu hesaferð, og eitt stongt náttarlív skal vera við til at tálma hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder