Mentan

Skal lofta teimum sum flyta til Danmarkar at lesa

Torgeir Petersen er nýggjur samskipari hjá Eliaskirkjuni. Hann skal millum annað vera við til at lofta teimum, sum flyta til Keypmannahavnar í lestrarørindum og boða gleðiboðskapin til tey eisini

Torgeir Petersen (Mynd: Trúboðin)

Torgeir Petersen (Mynd: Trúboðin)

2020-12-28 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stýrið fyri Eliaskirkjuna í Keypmannahavn hevur sett Torgeir Petersen úr Klaksvík í starv sum samskipara. Talan er um 8-10 tímar um vikuna.

Tað skrivar Trúboðin á heimasíðuni í dag.

Ungi klaksvíkingurin skal millum annað royna at lofta teimum sum flyta niður í lestrarørindum.

- Tá ein flytur til Keypmannahavnar, tá byrjar ein nýggir kapitul – og tá er skjótt, at ikki ræðfesta samkomulív og trúnna á Jesus. Tí haldi eg, at tað er av stórum týdningi, at vit hava eina føroyska kirkju í Keypmannahavn, sum kann lofta teimum, sum flyta niður í eitt nú lestrarørindum, sigur Torgeir Petersen við heimasíðuna hjá Trúboðanum.

Eisini fer Torgeir at arbeiða við at styrkja sambandið millum føroyska arbeiði í Eliaskirkjuni og kirkjur og samkomur í Føroyum umframt at skipa fyri tiltøkum og annað.

Torgeir Petersen er 23 ára gamal og lesur gudfrøði á DBI, Dansk Bibell Institut.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder