2026-05-04 11:48
Grindin, sum varð funnin út fyri Bøsdalafoss í morgun, er ávegis móti Sandavági, har ætlanin er at halda henni til.
Í hesum sambandi hevur Kári Thorsteinsson, sýslumaður lýst grindaøki í ein fjórðing frá grindini í allar ættir, bæði á sjógvi, landi og í luftini.
Hetta merkir, at óviðkomandi hava onga atgongd.
Nakrir springarar vóru millum grindahvalirnir, men teir eru síðani farnir burturúr. Bólkurin, sum verður rikin inn á sandin í Sandavági verður mettur at vera um 100 hvalir, segði sýslumaðurin við Kringvarpið á middegi.
Dagførd kl. 12.49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald