Innanlands

Sjúrður Skaale: - Umboð úr Føroyum burdu ikki sitið í Fólkatinginum framyvir

Tað hevði heldur ikki verið rætt, um donsk umboð sótu í Løgtinginum og høvdu stóra ávirkan, sigur annar av føroyski fólkatingslimunum í dag. Anna Falkenberg er ósamd

Sjúrður Skaale hevur sitið sum fólkatingslimir í nærum 14 ár, men Javnaðarmaðurin heldur, at har eru mistøk í skipanini, og at ein

Sjúrður Skaale hevur sitið sum fólkatingslimir í nærum 14 ár, men Javnaðarmaðurin heldur, at har eru mistøk í skipanini, og at ein "framtíðar Ríkisfelagsskapur" ikki burdi havt fólkatikngslimir

2025-04-23 10:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í einari samrøðu við Weekenddavisen í morgun er Sjúrður Skaale komin við einari lítlari bumbu.

Hann hevur nú sitið í Fólkatinginum í nærum 14 ár - er valdur inn har sum umboð fyri Javnaðarflokkin og Føroyar fýra ferðir - men í roynd og veru er hansara mandaat "illegitimt" - ólógligt, og har er eitt mistak í skipanini.

Tað heldur Sjúrður Skaale í øllum førum sjálvur. 

- Tað er talan um ein "systemfeil" í donsku skipanini, tá fýra norðuratlantisk mandat kunnu avgerða eitt fólkatingsval ella um ein ráðharri skal koppast ella ei.

Konteksturin her er greiður og verður greinaður nakað á tv2.dk. Í 2022 var serliga annað Lars Løkke Rasmussen ógvuliga ónøgdur við, at politiski "liturin" hjá umboðunum úr Føroyum og Grønlandi gjørdi, at ikki hann men Mette Frederiksen fekk samráðingarrættin eftir fólkatingsvali.

Aftur nú spøkja serstøku sessirnir: Tað sær út til at tey fýra norðuratlantisku umboðini í Fólkatinginum vilja bjarga Lars Aagaard, ráðharra innan umhvørvismál, sum er fyri misáliti. Hann er úr Moderaterne - úr sama flokki sum Lars Løkke Rasmussen - ið nú ikki sær trupulleikan.

- Tað er eitt hýklarí frá donskum fólkatingspolitikkarum, at teir bert eru ónøgdir við íblandan frá mandatunum úr Norðuratlanshavi, tá tað gongur ímóti egnu áhugamálum. 

Hetta sigur politiski viðmerkjarin Morten Nielsen, ið tó heldur, at hóast Sjúrður Skaal hevur eitt áhugarvert sjónarmið, so burdu hann bara blanda seg burturúr slíkum stórmálum, sum siður er. Tað vil siga: Ikki greiða atkvøðu

[object Object]
Hann hevur hartað føroysku ávirkanina, men nú tað kann ganga útyvir ein floksfelaga, so sær Lars Løkke Rasmussen ongan trupulleika í, at fólkatingslimir úr Føroyum og úr Grønlandi atvkøða í stórum málum. Slíkt "hyklarí" frá donskum politikkarum er ein trupulleiki verður víst á (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Men Sjúrður Skaale vísir á, at tað at hann fer at atkvøða móti misáliti í morgin hongur saman við, at hann peikaði á Mette Frederiksen sum samráðingarleiðara eftir valið. Føroyska fólkatingsumboðið vísir við hesum á, at fólkatingsumboð úr Norðuratlantshavi óbeinleiðis hava ávirkan á alt í donskan politikki hvønn dag. Og hetta er skeivt.

- Vit vildu ikki hildu at tað var rættvíst ella gott í Føroyum, um danskir politikkarar sótu í Løtginginum og ávirkaðu.

Harvið sáar Sjúrður Skaale stóran iva um egna starv. Hann vísir á, at tað ikki er sjálv atkvøðugreiðslan í morgin, sum er trupulleikin men sjálvt prinsippið. Og í "framtíðar Ríkisfelagskapinum" skuldi man miðja ímóti, at ein sum Sjúrður Skaale ikki skuldi sitið við borið á Christiansborg til stórar danskar avgerðrir: 

- Eg haldi, at vit skuldu havt ein Ríkisfelagsskap, har tað ikki sita umboð fyri Føroyar í tí danska fólkatinginum - líka so lítið sum tað skulu sita donsk umboð í føroyska Løgtinginum, sigur Sjúrður Skaale.

Ikki óvæntað er Anna Falkenberg ósamd. Sambandskvinnan sær ikki trupulleikan í ovurstóra leiklutinum, sum hon og hini trý fólkatingsumboðini kunnu hava í donskum politikki. 

- Fólkatingslimirnir úr Føroyum og Danmark eru lógligir (legitimir) og hava fullan rætt til eina atkvøðu eins og allir hinir fólkatingslimirnir.

[object Object]
Anna Falkenberg sær slett ikki trupulleikan, sum Sjúrður Skaale vísir á. Sambandsumboðið á Fólkatingið heldur, at Føroyar "sjálvandi" skulu hava umboð á danatingið 

Tað krevst hald fyri at lesa greinin í Weekendavisen
Heimasíðan hjá TV2 hevur tó siterað samrøðuna við Sjúrða Skaale umframt Annu Falkeberg. Til ber at lesa hana HER 

Dagført: 10.25

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder