Innanlands

Sjúkrahúsverkið: Kanningartíðirnar tillagaðar

Alsamt færri lata seg kanna fyri koronu kring landið og tí eru tillagingar gjørdar í upplatingartíðunum

Eirargarður (Savnsmynd)

Eirargarður (Savnsmynd)

2020-09-07 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Tvøroyri og Klaksvík verða kanningar gjørdar mánadag, mikudag og fríggjadag. Í Havn verður kannað sum vanligt allar gerandisdagar og leygardag.

Klaksvík, á Víkarvegi:
Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-11

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:
Mánadag og mikudag kl. 8-10
Fríggjadag kl. 9-12

Tórshavn, á Eirargarði:
Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.

Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í meðan opið er. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder