Innanlands

Sjóvinnu- og Mentanarhúsið í Sørvági fingið navnið “Messan”

Ian Nolsøe Joensen úr Miðvági vann navnakappingina – 126 uppskot komu inn

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.

2025-07-13 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Navn skuldi finnast til nýggja sjóvinnusavninum og mentanarhúsinum í Sørvági, og tí varð navnakapping útskrivað í summar. Áhugin at senda uppskot inn var stórur, og tá freistin var úti 4. juli vóru heili 126 uppskot komin inn.

Vinnarin av navnakappingini var ungi miðvingurin Ian Nolsøe Joensen, sum átti uppskotið "Messan". Hetta uppskotið varð einmælt valt av nevndini, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.

Grundgevingin til navnið er:

Sørvágur er gomul fiskivinnubygd. Orðið er gamalt, sum vit binda at sjónum og sjólívi. Messuprát har mannskapið hittist til prát og at skaffa. Í messuni er lív í. Har verða søgur sagdar og sangir sungnir. Messan samlar alla manningina. Høg sum lág. Orðið er lætt at benda. Hugsi um lýsingar til tiltøk í húsinum. Ung kenna ofta ikki til gomlu hugtøkini og orðini. Navnið MESSAN er við til at varðveita orðið millum manna. Húsið skal samla Vágar og Føroyar til tiltøk til álvara og gaman. VIT SAMLAST Í MESSUNI.

Vinningurin er ein málningur eftir Pól Skarðenni. Á myndini omanfyri sæst Pól handa Iani Nolsøe Joensen málningin. Ian valdi myndaevnið: Jesus saman við mannafjøldini.

Tað bleiv eisini trekt lut ímillum øll 126 innkomnu uppskotini, um fimm gávukort frá Vága Kajak. Vinnarnir her vóru Dánial Jacobsen, Eyðun Lamhauge, Páll Poulsen, Jón Johansen, og Mourits Mohr Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder