Innanlands

Sjóvar kommuna: Ikki longur neyðugt at kóka vatnið

Nýggjastu vatnroyndirnar vísa, at vatnið Innan Glyvur er reint aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-25 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Drekkivatnið Innan Glyvur er nú reint aftur.

Tað boðar Sjóvar kommuna frá á heimasíðu síni í dag.

Tað var mánadagin, at kommunan heitti á borgarar Innan Glyvur um at kóka vatnið, av tí at bakteriur vóru staðfestar í drekkivatninum.

Nýggjastu vatnroyndirnar vísa to, at ikki longur er neyðugt at kóka drekkivatnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder