Uttanlands

Sjónvarpsverturin Larry King deyður

Maðurin, sum m.a. varð kendur fyri sendingina "Larry King Live", andaðist í morgun, 87 ára gamal

Larry King varð føddur 19. november 1933. Í dag andaðist hann, 87 ára gamal (Mynd: EPA)

Larry King varð føddur 19. november 1933. Í dag andaðist hann, 87 ára gamal (Mynd: EPA)

2021-01-23 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski sjónvarpsverturin Larry King er deyður, 87 ára gamal.

Hann andaðist leygarmorgunin í Los Angeles, upplýsir framleiðslufyritøka hansara, Ora Media.

Sambært fleiri miðlum hevði Larry King verið innlagdur á sjúkrahúsi við covid-19. Hann hevur eisini havt trupulleikar við heilsuni í fleiri ár, m.a. orsakað av diabetes. Í 2019 fekk hann eisini slag, sum hann var nær við at doyggja av.

Larry King byrjaði at arbeiða sum miðlafólk í 1957. Hann er m.a. kendur fyri CNN-sendingina "Larry King Live", sum koyrdi í sjónvarpinum í 25 ár.

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder