Innanlands

SjóGló kappast í DM í íverksetan

Fýra gentur úr Eysturskúlanum, ið hava ment eina vøru, har tær framleiða vitaminir úr fiskaskræðu, skulu umboða Føroyar í keppingini Next Level, ið verður hildin í Kolding í dag

2026-04-21 06:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næmingar úr Eysturskúlanum í Tórshavn fara í dag at umboða Føroyar í DM í íverksetan í Kolding. 

Talan er um kappingina ‘NextLevel’, har fólkaskúlanæmingar úr 8. til 10. flokki úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum kappast um at vinna heitið sum danmarksmeistari í íverksetan. 

Føroyski bólkurin, SjóGló, sum skal kappast í dag, vann SkúlaFM 2026, ið varð hildið fyrr í ár. 

SkúlaFM er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Mentamálaráðið.

Í kappingini kappast næmingar úr framhaldsdeildum kring alt landið við sínum íverksetarahugskotum.

SjóGló hevur ment eina vøru, har tey framleiða vitaminir úr fiskaskræðu. Við hesum hava tey gagnnýtt føroyska rávøru og ment hana til eina nýggja vøru við hægri virði.

Bólkurin SjóGló er úr 9. flokki í Eysturskúlanum. Stovnararnir eru Nikolina Flora Højgaard Kristjansdóttir, Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Elin Joensen og Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á, at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning inn í verkætlanirnar. Somuleiðis skulu tey vísa, hvussu teirra verkætlan kann gagna altjóða samfelagnum.

Kappingin um danmarksmeistaraheitið verður hildin í Kolding í dag, 21. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder