Innanlands

Sjógæti á Norðskála kann ikki longur framleiða vørur

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið løggildingina á virkinum hjá Sjógæti aftur, og eingin vøra má tí fara av virkinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri virkið á Eiði ella fisk og kips-bilarnar hjá Sjógæti

(Mynd: Sjógæti)

(Mynd: Sjógæti)

2021-04-27 19:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Virkið hjá Sjógæti á Norðskála kann ikki longur framleiða matvørur, og eingin vøra má fara av virkinum. Avgerðin var tikin 16. apríl og bannið er galdandi frá hesari dagfesting.

Tað vísir avgerð, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er ónøgd við tilgongdina hjá virkinum at byrja framleiðsluna aftur eftir, at hon varð steðgað aftaná at ov nógv listeriabakteria var í kalt royktum laksi og svartkalva.

Ætlanin var at framleiðslan skuldi byrja stigvíst aftur, men sambært heilsufrøðiligu hevur virkið á Norðskála givið villeiðandi upplýsingar, og hevur framleitt vørur, sum tað hevur fingið forboð at gera.

Eitt starvsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fekk tann 16. apríl eina fráboðan um, at vøra, sum var framleidd í Norðskála, lá í diski í matvøruhandli í Havn. Vøra, sum virkið hevði fingið forboð at framleiða.

Ein eftirlitsvitjan á virkinum sama dag staðfesti, at vørur vórðu framleiddar har, sum virkið ikki hevði loyvi at framleiða.

Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum er virkið hjá Sjógæti á Eiði ikki fevnt av forboðnum og hevur enn sína løggilding. Eisini fisk og kips-bilarnir hava egnu løggilding, og eru heldur ikki fevndir av forboðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder