Innanlands

Sjey ára fongsulsrevsing til 37 ára gamla mannin

Ein maður, sum er ákærdur fyri drápsroynd, varð seinnapartin dømdur sjey ára fongsulsrevsing. Dómurin er skotin inn fyri landsrættin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-21 16:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjey ára fongsulsrevsing er dómurin, sum ein 37 ára gamal maður, ákærdur fyri drápsroynd, fekk í Føroya rætti í dag. Tað veit Kringvarpið.

Nevningatingið dømdi mannin sekan í gjár, og hevur í dag viðgjørt hvør dómurin skuldi vera.

Dømdi maðurin avgjørdi at skjóta revsingina og skuldarspurningin inn fyri landsrættin. Ákæruvaldið kravdi 10 ára fongsul, og verjin helt, at seks ára fongsulsrevsing var nóg nógv.

Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at ákæruvaldið eisini kærur dómin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder