Innanlands

Sjáldsom fráboðan - innistongdur í egnum húsi

Løgreglan fær fráboðanir av øllum slag. Í gjárkvøldið var ein persónur so óheppin at ein hvirla setti úthurð í baklás

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-04 09:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvi vindurin í gjárkvøldið og í nátt hevur ikki elvt til stórvegis uppgávur hjá løgregluni.

Um hálvgun átta tíðina í morgun komu boð úr Skopun um at ein vindskeið varð loysna. Skopunar sløkkilið varð boðsent at tryggja vindskeiðina, so tilfar ikki feyk í onnur hús.

Ein annar skaði sum stóðst av vindi, men sum er heldur óvanligt, var tá ein borgari í Havn ringdi um hálvgun seks tíðina í gjárkvøldið. Viðkomandi slapp ikki út úr egnum húsi.

Persónurin hevði havt hurðina opna, men tá ein hvirla tók í hana fór hon so mikið fast aftur, at hurðin fór í baklás.

Løgreglan beindi viðkomandi víðari til ein lásasmið, sum kundi loysa trupulleikan.

Ferðsluóhapp undir Fjalli
Um midnáttarleitið hendi eitt ferðsluóhapp undir Fjalli í Havn. Ein bilur koyrdi í Fjalsgøtu oman móti Marknagilsvegnum, men í nógvu hálkuni fór bilurin á glið og rendi á grótgarðin sum er settur upp í millum vegirnar.

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bilurin fekk stóran skaða og bilurin stóð til ampa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder