
Sissal Johanna Norðberg, sum gjørdist landskend í Danmark, tá honn vann Dansk Melodi Grand Prix fyrr í ár, hevur í dag avdúkað, at hon verður við í vælumtóktu sjónvarpssendingini Vild med Dans.
- Tað er ein stórur heiður fyri meg at gerast partur í eini sendirøð, sum eg hvønn fríggjadag havi trúføst havi fylgt við úr sofuni saman við familjuni gjøgnum allan mín barndóm, skrivar hon á sosialu miðlunum.
Hini ‘kendu’ í sendirøðini hesaferð eru: Julie Rudbæk, sjónleikari, Pusle Helmuth, sjónleikari, Camilla Ottesen, sjónvarpsvertur, Jasmin Lind, youtubari, Skinz, sangari, Peter Løvenkrands, fótbóltsvenjari, Gustav Salinas, íverkseti, Alfred Midé Erichsen, ævintýrari, og Jesper Asholt, sjónleikari.
Hetta er seinastu ferð, at TV2 framleiðir Vild med Dans. Sendirøðin byrjar síðst í september.
Vestmenningurin Sarah Mahfoud hevur fyrr verið við til at vunnið kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald