Mentan

Símun Jóannesarson Hansen nýggjur formaður í kringvarpsstýrinum

Hann er settur sum formaður í kringvarpstýrinum fyri Elina Winther Poulsen, sum er farin frá eftir at verða sett í starv sum journalistur í Kringvarpinum

Símun Jóannesarson Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Símun Jóannesarson Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-13 14:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Símun Jóannesarson Hansen sum formann í Stýrið fyri Kringvarp Føroya, nú Elin Winther Poulsen er farin frá eftir at verða sett í starv sum journalistur í Kringvarpinum. Nýggi formaðurin er fyribils settur restina av hesum setanarskeiðinum, sum endar við árslok.

Símun Jóannesarson Hansen er 50 ára gamal, býr í Saltangará og starvast sum fulltrúi í Almannamálaráðnum. Hann er útbúgvin løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt innan marknaðarføring og vørumenning á Eksportskúlanum í Herning. Símun Jóannesarson er ikki ókunnigur við kringvarpsarbeiði, tí hann hevur gjørt tónleikasendingar í Kringvarpinum við jøvnum millumbilum síðan 1991.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder