Hesa vikuna fer Silvurdrongur at spæla tríggjar konsertir í Føroyum, og í næstu viku gongur leiðin til Keypmannahavnar at spæla fleiri konsertir.
Mikukvøldið 18. mars verður konsert í Reinsarínum í Havn, fríggjakvøldið 20. mars verður konsert á Listastovuni í Miðvági, og leygarkvøldið 21. mars verður konsert Tøting í Syðrugøtu.
Hetta verður ein lítil, forkunnug konsertferð, sum eisini er upphiting til ta stóru konsertina í Alice í Keypmannahavn 25. mars, har Silvurdrongur spælir saman við spennandi nøvnum sum Skt. Delarge og Fochs Koshka, skrivar Silvurdrongur í tíðindaskrivi.
Eisini verður bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 27. mars, har Trygvi Danielsen hittir Sissal Kampmann at práta um stórverkið hey :), sum kom út í november í fjør.
Við sær á pallin hevur Silvurdrongur til hesar konsertirnar: Torleik Mortensen, Bárður Reinert Poulsen og Hjørtur P. Háberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald