Mentan

Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

- Hennara verk eru í føroyskum høåi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali

2023-05-02 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin letur upp listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.

– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali.

Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður leygardagin 6. mai klokkan 16, og tá fer Kinna Poulsen, listfrøðingur, at halda eina røðu

Eisini verður lættari ábit og tónleikur, umframt at tað verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder