Mentan

Silja ber Merkið oman á Vaglið

Turið Arge Samuelsen setur ólavsøkuna og Silja Geirsdóttir Eystberg ber Merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni

Silja Geirsdóttir Eystberg og Óðin

Silja Geirsdóttir Eystberg og Óðin

2025-07-26 15:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Ríðingafelag: Fyri tey flestu byrjar ólavsøkan tá hornblástur og rossagneggj nærkast Vaglinum og riðilin av ítróttarfólkum finna sær pláss á tinghúsvøllinum, at lurta eftir røðu og sangi.

Í ár verður tað Silja Geirsdóttir Eystberg ið ber Merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni. Unga havnakvinnan vann FM í tvíspor seinasta ár og vann sær harvið eisini rættin at ríða á odda fyri skrúðgonguni. Hon ríður á hestinum Óðin, sama hestinum sum hon vann FM við. Óðin er 23 ár og pápi Silju Geirsdóttir Esytberg, Geir Wardum eigur hestin. 

Hondbóltsleikarin Turið Arge Samuelsen setur ólavsøkuna. Nevnast kann, at pápi hennara Uni Arge hevur skrivað bókina Ross og fólk um ríðisøguna í Føroyum. Eini abbin hjá Turið, er kendi reiðmaðurin Sjúrður Samuelsen 

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.

Annars var tað í nógv ár Sverri Trónd, ið bar Merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan far hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.

Annars kann nevnast at í nógv ár vóru tvær skrúðgongur við rossum á ólavsøku. Fyrr var eisini skrúðgonga til ríðibreytina ólavsøkudag. Tá gekk skrúðgongan frá vaglinum til ríðibreytina. Fyrstu árini á Velbastaðvegnum, men frá 1971 niðan á breytina við Marknagil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder