Mentan

Signar í Homrum við bólki á Ljósfest

Umframt Signar í Homrum, sang og guitar, so er góða manningin James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Høgni Fagraberg á guitar og Magni Husgaard á tangentum

(Savnsmynd: Jens Kr. vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. vang)

2025-06-06 19:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hann er ein av teimum royndastu og best dámdu tónleikarunum á føroyska pallinum, og hann er sera virkin.

Signar í Homrum byrjaði í nítiárunum, og var tá við í vælumtókta bólkinum Kjølar. Seinni fór hann at royna seg á egnum beinum, og væl hevur hepnast, tí hann fekk skjótt vind í seglini, og soleiðis hevur tað hildið á øll árini, og framvegis er hann millum tey fremstu og virknastu á føroyska tónleikapallinum.

Tað er gott at elska, Kærleikans mátt, Sorgblídni, Mín skattur. Hetta er nakrir sangir úr rúgvuni, ið Signar í Homrum hevur latið úr hondum. Alt er hetta sangir, ið øll kenna, sum føroyingar hava tikið til sín, og har øll kunnu syngja við.

Á Ljósfest 2025 fer Signar í Homrum á pall, og tað verður við bólki.

Umframt Signar í Homrum, sang og guitar, so er góða manningin James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Høgni Fagraberg á guitar og Magni Husgaard á tangentum.

– Vit spæla sjálvandi teir sangirnar, ið fólk kenna best og sum tey plaga at syngja við til, sigur Signar í Homrum, ið gleðir seg at koma til Vágs á Ljósfest 2025.

Ljósfest er í Vági 15., 16. og 17. august 2025.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder