Uttanlands

Síggja bara føðingardagsheilsanir

Tíðindarenslið á Facebook er í morgun nakað øðrvísi enn tað vanliga er. Hetta fær nógvar brúkarar til knappaborðið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-24 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tú í morgun hevur lagt merki til, at Facebook tíðindarenslið sær eitt sindur øðrvísi út, ert tú ikki tann einasti.

Á heimasíðuni Down Detector, sum fylgir við trupulleikum á ymsum heimasíðum, greiða fleiri brúkarar frá, at teirra rensl á Facebook er á tremur við tilvildarligum uppsløgum frá at síggja til tilvildarligum fólki.

Millum annað síggjast nógvar føðingardagsheilsanir í renslinum.

Facebook er enn ikki komið við nakrari fráboðan um trupulleikan í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder