Uttanlands

Sherpa hevur sligið egið Everest-met

Kami Rita hevur nú verið uppi á heimsins hægsta fjalli 31 ferðir

Kami Rita avmyndaður eftir túr nummar 30 (Savnsmynd: EPA)

Kami Rita avmyndaður eftir túr nummar 30 (Savnsmynd: EPA)

2025-05-27 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

55 ára gamli nepalesarin Kami Rita hevur nú verið uppi á Mount Everest 31 ferðir. Harvið hevur hann sligið egna met sítt á 30, sum hann setti í fjør, skrivar Reuters.

Túrurin upp á heimsins hægsta fjall var saman við einum bólki av indarum, har Kami Rita var guide.

Kami Rita er sokallaður sherpa, altso ein servandur fjallmaður, sum tryggjar, at ferðafólk koma trygt upp á fjallið.

Tað er als ikki vandaleyst at klintra upp á heimsins hægsta fjallatind, sum er 8.849 metrar høgur. Fyrr í hesum mánaðinum eru tveri ferðamenn deyðir á túrinum. Ein indari, sum var á veg niður av toppinum, og ein filipsoyingur, sum var á veg upp. Báðir vóru 45 ára gamlir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder