Mentan

Seyðasýning í Vestmanna leygardagin

Hetta er níggjunda sýningin, sum vestmenningar skipa fyri

(Savnsmynd: Ditte Mathilda Joensen)

(Savnsmynd: Ditte Mathilda Joensen)

2022-10-27 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin, 29. oktober klokkan 13 verður seyðasýning í Vestmanna. Eins og undanfarin ár, er tað seyðahúsið hjá Fjalshaga, sum er karmur um sýningina.

Í 2006 var farið undir at fyrskipa eina seyðasýning í Vestmanna. Stóri stigtakarin til seyðasýningina var Petur Joensen, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri seyði. Síðani tá hevur sýningin verið á øðrum hvørjum ári, og er tað enn Petur, saman við øðrum góðum fólki í Vestmanna, ið tekur stig til tiltakið. Fleiri fólk hava tikið lut í sýningunum, ung sum eldri, vestmenningar eins og fólk aðrastaðni frá. 

Tá byrjað var við seyðasýning í 2006, komu sýnsmenn úr Klaksvík at sýna og at leggja vestmenningum lag á. Teir vóru Andras Joensen í Gerðum, Petur Andreassen, Heini Mohr og Sigmar Andreassen, og hesir vóru eisini við til aðru sýningina í 2008. Síðani tá hava sýnarar verið ymsastaðni úr landinum, og sýningin hevur eydnast væl. Virðislønir vera lætnar fyri besta, næstbesta og triðbesta seyð, og fyri besta haga.

Tað eru Vestmanna kommuna, Pf. Vesturbúgvin, Pf. Vestmanna Seafood, Pf. Vest Pack, Á-handilin í Vestmanna og Føroya Bjór, sum hava stuðlað seyðasýningini í Vestmanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder