Innanlands

SEV: Grøna elorkuframleiðslan í Suðuroy var 36 prosent

Hóast turt var í veðrinum í mai, og vatnorkuframleiðslan var lægri, var kortini framgongd í grønu elorkuframleiðsluni í Suðuroy

Sólorkulundin í Sumba (Savnsmynd)

Sólorkulundin í Sumba (Savnsmynd)

2021-06-05 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai var 36 prosent av elorkuframleiðsluni í Suðuroy grøn, skrivar SEV á heimasíðuna.

Hóast turt var í veðrinum í farna mánað og vatnorkuframleiðslan tískil var 26 prosent lægri enn somu tíð í fjør, so var framgongd kortini í grønu elorkuframleiðsluni í Suðuroy.

Stóri munurin er sjálvsagt, at eingin vindorkuframleiðsla var í Suðuroynni í mai í fjør, men harafturat var eisini framgongd í sólorkuframleiðsluni, skrivar elfelagið.

Í mai vórðu tilsamand 2,4 GWt av elorku framleiddir í Suðuroynni. Av hesum vórðu góð 64 prosent framleidd við olju, góð 32 prosent við vindorku, meðan vatnorkuframleiðslan og sólorkuframleiðslan stóðu fyri ávikavíst góðum trimum og smáum tveimum prosentum.

Besti dagurin til sólorkuframleiðslu var 22. mai, tá góðir 1500 kWt komu burturúr.

Dagførd kl. 12.39: Fyrst varð skrivað, at 45 prosent av elorkuframleiðsluni var grøn, men hetta er nú broytt til rætta talið, sum er 36.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder